Tey, sum fáast við landbúnað í Føroyum, og tey, sum fáast við náttúruvernd, eru rættiliga á samanstoytingarkós.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta fuglaveiðilógina so at bøndur skulu sleppa at skjóta grágæs á veltum lendi. Orsøkin er, at grágásin etur so nógv gras, at tað er ei álvarslig útreiðsla hjá bóndunum.
Eftir kanningum hjá Búnaðarstovuni, hevur Bóndafelagið roknað seg fram til, at har grágásin heldur til, missa teir fyri yvir 32.000 krónur í grasi fyri hvønn hektar og tá er ikki lagt upp fyri, hvussu illa grasið er dálkað av grágásini. Tað grasið, bóndurnir missa, mugu teir keypa og tað tyngir raksturin munandi.
Tí hava bóndur í nógv ár virkað fyri, at fuglaeiðilógin verður broytt, so at teir sleppa at skjóta burturav grágásastovninum.
Nú skal Løgtingið so viðgera spurningin og í hesum sambandi hava bæði Bóndafelagið og Meginfelag Búnaðarmanna heitt á Løgtingið um at taka undir við ætlanini.
Hinumegin standa teir almennu stovnarnir, sum fáast við náttúrutilfeingi og vernd.
Bæði Umhvørvisstovan, Bergur Poulsen, fuglafrøðingur á Havstovuni og Føroya Fuglafrøðifelag, eru harðliga ímóti ætlanini. Eitt, sum hesir stovnar vísa á, er at eingin veit, hvussu nógv er til at grágás í Føroyum
- Tað er út yvir alt mark, at almennu Føroyar ætla at geva loyvi at avmarka ein fuglastovn, uttan at vita hvussu stórur stovnurin er, og uttan at kenna til ferðing og annað hjá hesum fuglastovni, sigur William Simonsen í Fuglafrøðifelagnum.
- Aðrastaðni, har loyvi verða givin at avmarka grágásastovnar, eru regluligar teljingar ein týðandi partur av loyvisgrundarlagnum, leggur hann afturat.
Bergur Olsen, fuglafrøðingur, sigur, at skal tað verða loyvt at skjóta grágás, mugu krøv setast til hesa veiðina sum til alla arða veiði, nevniliga at hon er burðardygg og tað merkir, at stovnurin skal ikki minkast.
- At minka um stovnin, og enntá oyða hann, ber væl til, tí tað hava vit gjørt fyrr, sigur hann.
Tá ið gæsnar eru fjaðursárar og ikki kunnu flúgva, savnast tær, saman við øllum ungunum, á nøkrum fáum vøtnum. Tá ber væl til at taka burtur av stovninum og minka hann niður í ta stødd, sum ynskiligt er.
Eisini hann mælir til at stovnurin verður kannaður gjølliga áðrenn veiða verður loyvd.
Eisini Umhvørvisstovan mælir frá at avtaka friðingina. Hon sigur, at tað er óneyðugt at broyta lógina, tí longu sum er, ber til at gera undantøk og at loyva veiði í avmarkað tíðarskeið.
Í hesum sambandi mælir Umhvørvisstovan til at loyva veiði í tvey ár ímeðan meiri nágreiniligar kanningar verða gjørdar. |