Í fleiri ár hevur Norðstreymoyar Dansifelag byrjað dansiveturin við einum felags dansikvøldi í bygdarhúsinum í Kollafirði um mánaðarskiftið septembur/oktobur, har bæði limir í dansifeløgum og onnur, ið ikki eru limir í nøkrum dansifelag eru vælkomin. Hesi kvøld hava verið so væl vitjað, at hetta er vorðin ein fastur táttur hjá felagnum. Nú leygarkvøldið tann 26. september verður so farið upp á gólv aftur.
Norðstreymoyar Dansifelag vónar at síggja nógv fólk bæði úr teim ymsu dansifeløgum, men eisini fólk, sum ikki eru limir í nøkrum felag, men sum hava ans og fragd í tí føroyska dansinum, sigur Norðstreymoyar Dansifelag.