Fara undir veruligar samráðingar í morgin

Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn hava í dag samráðst um at skipa landsstýri, og í morgin verður greitt, um talan verður um sokallaðar »realitetssamráðingar«.

 

Aksel V. Johannesen, formaður Javnðarfloksins er samráðingarleiðari um at skipa nýggja stjórn – og tað merkir helst eisini, at hann verður løgmaður

Aksel V. Johannesen segði við Kringvarpið í kvøld, at eru líkindi til, at ein samgonga kann spyrjast burturúr, so fara tey undir veruligar samráðingar í morgin.

Trý fólk frá hvørjum flokki hava fundast í dag, Aksel V. Johannesen, Djóni Nolsøe Joensen og Ingilín Didriksen Strøm fyri Javnaðarflokkin, Bárður á Steig Nielsen, Helgi Abrahamsen og Johan Dahl fyri Sambandsflokkin og øll trý tingfólkini hjá Framsókn, Ruth Vang, Bjarni Kárason Petersen og Sólvit Nolsø.

Tað er Framsókn, sum heldur vil hava Sambandsflokkin til samráðingar enn Tjóðveldi. Sum skilst vil flokkurin ikki uppfatast »ov reyður«, um hann aftur fer saman við tveimum vinstrasinnaðum flokkum. Tað er tað sum Ruth Vang kallar at upploysa blokkpolitikkin.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava mangan samstarvað áður. Men tað eru nógv ár síðani, at teir samstarvaðu, uttan at Fólkaflokkurin var við. Tað gjørdu teir frá 1994-96, men áðrenn tað var tað sokallaði »Heimastýrissamgongan«, sum var tann fyrsta samgongan frá 1948-50 og frá 1958-62 og 1966-74.

 

 

Aksel V. Johannesen, formaður Javnðarfloksins er samráðingarleiðari um at skipa nýggja stjórn – og tað merkir helst eisini, at hann verður løgmaður