Nú verður av sjøtul av álvara settur á at byggja eina marghøll í Vági við tí endamáli at kunna íðka alskyns ítróttargreinar innandura.
Í hesum sambandi hevur Vágs Býráð á fundi í gjárkvøldið samtykt at játta tvær milliónir krónur til at fáa gongd á arbeiðið. Áður hevur býráðið játtað 200.000 krónur til fyrireikingarnar.
Annars er tað Ítróttarráðið í Vági, sum skal standa fyri ætlanini, og samstundis hevur Suðuroyar Sparikassi játtað at fíggja hana.
Tað var fyrr í ár at Vágs býráð boðaði frá, at ætlanin er at fara undir at byggja eina marghøll í Vági.
Talan er um eina høll, sum er 95 metrar long og 50 metrar breið, og sum skal hýsa einum hálvum fótbóltsvølli við graslíki.
Harumframt skal høllin kunna hýsa hondbólti og ymsum frælsum ítrótti, tí har verður rennibreyt við trimum geilum rundanum fótbóltsvøllin, og teinur verður máldur upp til 60 metra sprint og til forðarenning.
Men somuleiðis verða tað eisini umstøður til longdarlop, trýlop, og til hæddarlop, forðarenning, longdarlop, bogaskjóting og kanska annað við.
Les eisini: Vágbingar lyfta okkum upp á eitt hægri stig
Men hon skal eisini kunna brúkast til kurvabólt, flogbólt, badminton og tennis. Harafturat verður hon eisini væl hóskandi sum konserthøll og fer sum einki at rúma einum 10.000 áhoyrarum. Somuleiðis skal høllin at vera til taks hjá skúlanum, barnagarðinum, pensjónstum, og øðrum.
Men tað er eisini ætlanin at fáa aðrar hentleikar inn í høllina, eitt nú er ætlanin at gera klingrivegg upp í tróðrið, sum er einar 15 metrar høgt.
Les eisini: Vóru eitt sindur skelkaðir av prísinum
Tá ið ætlanin um at byggja eina marghøll í Vági, varð løgd alment fram, varð mett, at hon fór at kosta einar 20 milliónir krónur.
Men á býráðsfundi í gjárkvøldið varð upplýst at prísurin helst verður eitt sindur lægri enn tað.
Marghøllin skal byggjast við Pálshøll inni á Oyrunum og hon verður klár at taka í nýtslu í august næsta summar.
Fyrsta stigið verður at rudda stykkið, høllin skal setast á. Tað arbeiðið verður farið undir nú og tey, sum eiga nakað á stykkinum, hava fingið boð um at beina tað burtur.
- Longu um einar tvær vikur fara stórar broytingar at síggjast á stykkinum, staðfesti Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, á býráðsfundinum í gjárkvøldið.