Tá Schandorff Vang, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya, var í Kanada herfyri í samband við altjóða fund har, var hann m. a. hjálparmaður til eina HM-kapping í feltbogaskjóting.
Hetta er eitt slag av kappingum, ið ikki hevur verið nýtt í Føroyum higartil, men Schandorff Vang sigur, at ætlanir eru um at fara undir tílíkar kappingar.
Feltbogaskjóting
Sonevndu feltskjótingarnar fara fram úti í náttúruni.
Har verða sett upp 24 mál innan fyri ein ávísan radius, og tey, ið skjóta, byrja við eina skivu og flyta so til næstu, til tey eru komin runt.
Skotnir veða tríggir pílar við hvørja skivu, og alt verður gjørt upp á tíð.
Tíðtakarar standa við hvørja skivu og siga frá, tá skjótast skal.
Ymiskar fjarðstøður
Tað eru upp til 4 luttakarar í hvørjum bólki, ið stendur við eina skivu, og teir skjóta tríggjar pílar hvør.
Fjarðstøðan fram til skivuna er frá 10 m til 60 m.
Við helmingin av skivunum stendur upplýst, hvussu stór fjarðstøðan er, meðan við hin helmingin er onki upplýst, so skjúttin má sjálvur meta um fjarðstøðuna og stilla siktið á boganum hareftir.
Mót- og undanbrekka
Harafturat verður við hvørt skotið mótbrekku og við hvørt undanbrekku, og so sjálvandi eftir sløttum við hvørt.
Skjótiskivan til eina tílíka skivu er svørt, og bert pletturin í miðjuni er gulur.
Hetta ger, at skivan ofta kann vera ring at síggja, tá hon stendur úti í náttúruni, men tað er ein partur av reglunum.
Tað eru fýra ymiskar støddir á skivunum, millum 20 og 80 cm. í tvørmát..
Øðrvísi krøv
Tílíkar kappingar seta heilt ørðvísi krøv til tey luttakandi, tí tey her, umframt vanligu konsentratiónina, eisini skulu taka hædd fyri mót- ella undanbrekku, og ikki alla staðni er líka gott at standa, har skotið verður.
Tað, at byrjað verður til ávísa tíð við hvørja skivu, ger eisini ein mun frá vanligu bogaskjótikappingunum, tí skjúttin hevur ikki óavmarkaða tíð at sikta.
Íløga
Men áðrenn tílíkar kappingar kunnu fyriskipast her, er neyðugt við íløgum.
Schandorff Vang sigur, at neyðugt verður í hvussu er at hava 8 skivur, áðrenn byrjað verður, so kunnu luttakararnir ganga tríggjar ferðir runt.
Ein tílík íløga fer at liggja um einar 10-15.000 kr., og tað er ivasamt um hendan íløgan verður gjørd til komandi summar.
Umframt íløguna skal eisini hóskandi pláss finnast, eins og avtala skal gerast við eigaran av økinum.
Ikki er greitt, nær hetta verður klárt, men Skjótisambandið hevur ætlanir um at tílíkar kappingar skulu vera í Føroyum um ikki so langa tíð.