Fara undir næsta triðingin

Í dag verður 10. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini

Tíggjunda umfar í fyrstu deild í fótbólti verður seinnapartin.

Toppliðið 07 Vestur skal spæla á útivølli í Runavík. NSÍ hevði eisini í fjórða umfari vitjan av 07 Vestur, sum fór vestur aftur við 4-1 sigri.

 

EB/Streymur fær vitjan av Giza Hoyvík. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey fyri viku síðani taptu fjórðingsfinalu í steypakappingini. Tá ið liðini í fjórða umfari hittust við Margáir, vann EB/Streymur 5-1.

 

Annan hvítusunnudag hittast bestu liðini hjá KÍ og HB í Klaksvík. Í dag hittast næstbestu liðini hjá somu feløgum í Gundadali. Tá ið tey spældu í Klaksvík í fjórða umfari, vann heimaliðið 2-1.

 

B71 og AB eru niðast á talvuni. Í dag hittast tey á Sandi. Tá ið tey hittust í fjórða umfari á Argjum, vann B71 2-0.

 

FC Suðuroy, sum er á triðja plássi, fær í dag vitjan av Víkingi. Í fjórða umfari spældu hesi bæði liðini eisini á Vágseiði. Tá vann FC Suðuroy 2-1, hóast heimaliðið varð undirmannað fýra minuttir undan steðginum, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur.

 

Níggjunda umfar er ikki liðugt enn. Tað kemst av, at tveir dystir vórðu útsettir í sambandi við fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Nú er avgjørt, at teir verða spældir sunnudagin fimta juni. Hetta vikuskiftið verður ikki spælt í landskapping í bestu deildini, tí bæði A-landsliðið og U-21 landsliðið skulu í eldin. A-landsliðið skal fríggjakvøldið triðja juni spæla vinardyst ímóti Kosovu í Frankfurt í Týsklandi, og U-21 landsliðið skal hóskvøldið 2. juni spæla EM undankappingardyst á heimavølli ímóti Finnlandi.

 

NSÍ-07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 15.30

EB/Streymur-Giza Hoyvík: Bjarki Danielsen kl. 16.00

HB-KÍ: Jan á Líðarenda kl. 16.00

B71-AB: Rúni Gaardbo kl. 15.30

FC Suðuroy-Víkingur: Rúni Olsen kl. 14.00

 

Støðan undan 10. umfari

07 Vestur 23

EB/Streymur 20

FC Suðuroy 16

Giza Hoyvík 15

NSÍ 15

Víkingur 10

KÍ 9

HB 7

B71 5

AB 4

EB/Streymur, FC Suðuroy, Hiza Hoyvík og KÍ hava spælt átta dystir, og hini feløgini hava spælt níggju dystir