Fyrsta dagin verður farið undir at gera veg frá Reynsgøtu á Argjum og niðan til rulluportrið undir Hamrinum. Hetta er tað sonevnda fimta stigið av Glyvursvegnum, sum tryggjar beinleiðis samband av Hamrinum oman í Reynsgøtu ? heldur enn at øll ferðslan skal ígjøgnum túnið hjá fíggjarmálaráðnum.
Hetta vegastrekkið er niðanfyri 1000 metrar og verður mett at fara kosta um 24 mió krónur við øllum. Byggifelagið Articon hevði lægsta boðið, og friðingarmyndugleikarnir hava góðkent ætlanina, sigur Jógvan Arge á heimasíðu sínari.
Til tess at forða fyri, at benið fer at lýta umhvørvið, eru ætlanir lagdar um at gera moldarbeiðið omanfyri og niðanfyri vegin soleiðis, at plantast kann.
Projektið hevur eisini verið til ummælis hjá ferðslutrygdarserfrøðingum, sum mæltu til at smalka vegabreytina til tess at fremja trygdina. Tað verður gjørt.
Hesin vegateinurin er ein partur av ringvegnum og tí nýggja ætlaða sambandinum millum Argir og Havnina, men til tess at vegurin skal knýtast upp í Marknagilsvegin krevst, at brúgv verður gjørd um Sandá.
Býráðið hevur samtykt at fara undir at fyrireika brúnna.