– Vit hava havt hesa avtaluna í 26 ár, so tíð er komin at endur nýggja hana.
Tað segði Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, tá in.fo á tíðindafundi í Tinganesi spurdi hana um áhugan og viljan hjá ES at gera eina víðkaða fríhandilsavtalu millum Føroyar og ES, sum eisini fevnir um virkaðar vørur úr fiski og laksi.
– Eg eri komin higar, tí at vit skulu hyggja upp á møguleikarnar at nútímansgera okkara fríhandilsavtalu. Og júst góðskaðu fiskavørurnar hava okkara áhuga í millum onnur evni, sum eisini eru áhugaverd, segði hon.
##med3##
Hon vísti eisini á tað neyðuga við, at fiskiskapurin er burðardyggur, tí vit liva av fiskiskapinum, og at tey her finna felags stev við okkum, sum hon nevndi sum eitt »perfect match«.
– So her eru áhugamál hjá báðum pørtum, sum ganga sama veg. Tað skuldi givið góð úrslit fyri betri og meira handli millum Føroyar og Evropasamveldið.
##med2##
Og hon svaraði við einum brosi, tá in.fo spurdi hana uppaftur, nær hesar samráðingar fara í gongd.
– Vit hava tær fyrstu teknisku samráðingarnar í næstu viku, hugsi eg tað var. Samráðingar taka altíð nakað av tíð. Men tað at báðir partar vilja tað, tað er týdningarmikið, segði Ursula von der Leyen við in.fo á tíðindafundi í Tinganesi.
##med4##
##med5##
##med6##