Fara undir at gera risastóra ítróttarhøll í Havn næsta ár

Tað gongu ikki longur at vit mugu av landinum at spæla okkara heimadystir, heldur borgarstjórin í Havn

Næsta ár er endamálið at fara undir arbeiðið at gera eina risastóra ítróttarhøll í Havn.

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, í eini fráboðan í morgun, eftir fantastiska avrikið hjá U-17 dreingjalandsliðmnum í Svøríki hesar seinastu dagarnar.

Øll okkara landslið í hondbólti er í somu støðu, tá ið tey skulu spæla altjóða dystir, verður neyðugt at fara av landinum at spæla heimadystirnar.

– Støðan, har tað ikki ber til at spæla stóru landsdystirnar á heimavølli í Føroyum, gongur ikki longur, sigur Annika Olsen.

Hon sigur, at stór virði fara fyri skeytið, og føroyska samfelagið er taparin.

Hon vísir samstundis á, at í oktober í fjør samtykti Tórshavnar býráð fara undir eina stórhøll, og at hon skal vera við Stórutjørn í Hoyvík stutt frá nýggja vegnum í sambandi við Eysturoyatunnilin. Tað er mitt í Føroyum, har øll hava lætt at koma, leggur hon afturat.

Hon sigur, at beint eftir nýggjár varð farið undir arbeiðið saman við Hondbóltssambandinum, og fyrsta stigið er fáa greiði á, hvørji krøv ein slík høll skal lúka.

– Arbeitt verður eisini við at fáa grundstykki til vega við Stórutjørn. Talan er um landsjørð, býráðið hevur heitt á Landsstýrið um at fáa neyðuga lendið til vega sum skjótast.

– Tórshavnar kommuna hevur somuleiðis arbeitt við at fáa útvega uttanhýsis fígging at byggja høllina, tí umframt at vera høll til ítrótt og stór mentanartiltøk, hevur høllin eisini stóran vinnuligan áhuga, sigur Annika Olsen.

Í hesum sambandi hevur áður verið nevnt, at ein slík høll kostar einar 150 milliónir krónur og at tað verður neyðugt, at onnur, enn kommununan, verða við til at rinda fyri hana.

Tað hevur eisini verið ført fram, at í roynd og veru er ein slík høll somuleiðis ein landsuppgáva, og at eisini Landið tískil eigur at rinda ein part av høllini.

– Málið hjá kommununi er, at lendið og fígging skulu vera útvegað í heyst, so at sjøtul kann setast á prosjektering og lendisarbeiði eftir ársskiftið, sigur borgarstjórin í Havn.

 Býráðslimir í minnilutanum í Tórshavnar Býráð, hava verið meiri varligir. Teir hava víst á, at býráðið hevur so nógv jørn í eldinum, at tað verður ikki hugsingur um at fara undir eina stórhøll hesi fyrstu árini.

 

Les meiri her: Byggja risa høll í Havn fyri 150 milliónir - men tað verður ikki enn