Fótbóltur
Í átta dystum hevur B71 bara fingið fýra stig. Flestu av liðunum omanfyri B71 hava javnt og samt savnað sær nakað av stigum saman, og munurin upp til strikuna er nú fimm stig.
Víkingur er eitt av liðunum, sum er á teimum níggju stigunum, og tí líkist tað einum lagnudysti, tá B71 í kvøld tekur ímóti Víkingi. Fær B71 stig við sær úr dystinum, so fáa teir av álvara samband við kappingarneytarnar. Hinvegin kann støðan væl gerast heilt kritisk, um Víkingur fer avstað við stigunum.
Um so er, so munnu sandoyingar eisini fylgja væl við, hvussu leikur fer í Klaksvík. KÍ hevur veruliga fingið glið á seinastu dystirnar, og eftir at teir drógu svart tríggjar tær fyrstu ferðirnar, hevur liðið ikki tapt seinastu fimm ferðirnar. Og kunnu teir fáa fulla úrtøka hesaferð, er niðurflytingarvandin væl og virðiliga skumpaður burtur.
B68 í góðari støðu
Niðurflytingarvandin er eisini nakað, sum Skála, ÍF og B68 enn ikki eru heilt leys av. Øll hava tey í kvøld dystir móti liðum, sum eru stødd ovari á stigatalvuni.
Skála hevur á pappírinum truplastu uppgávuna, tá teir taka ímóti framvegis ósigraða EB/Streymi. Hvussu víkir og vendir, so er EB/Streymur oddalið eftir fyrsta triðingin, men Skála hevur hinvegin fingið úrtøku seinastu dystirnar. Seinast við einum flottum javnleiki í Runavík. Og hartil stendur Skála seg vanliga væl ímóti júst EB/Streymi.
Á Toftum er fótbóltslagið gott, eftir at B68 vann á ÍF um vikuskiftið. Tann sigurin lyfti liðið upp á miðjuna á talvuni, og so er spurningurin, um tann støðan kann betrast. B36 hevur higar til bert verið eina ferð uttan fyri høvuðsstaðin, og í tí royndini komu teir aftur ongul í reyv.
Seinasti dysturin er í Gundadali, har HB tekur ímóti ÍF. ÍF hevur í mangar mátar verið positiva íkastið til Formula-deildina í ár, meðan HB hevur havt sínar trupulleikar at dragsast við. Hinvegin vóru púrasta greiðar ábendingar sunnudagin um, at leikliga kreppan er hæsað av hjá sigursvanda felagnum, og eftir stigaleysa vónbrotið í Streymnesi er einki at ivast í, at teir leggja nógv fyri. Eisini hóast ÍF loksins er fullmannað, nú øll leikbannini, sum stóðust av dystinum í Runavík, eru sitin av.









