Fara til EM í Spania

Borðtennis: A-landsliðið fer til Spania og ungdómslandsliðið fer til Íslands.

Í døgunum 18. til 23. septembur fer føroyska landsliðið í borðtennis at luttaka í EM í einmansleiki, sum verður í spanska býnum Alicante. Landsliðsvenjari hjá føroyska liðnum er danski Simon Nykjær-Fisher, og hann úttók herfyri endaliga hópin.


Tey, sum eru úttikin til A-landsliðið, eru:


Fróði Fríðason Jensen (Amager BTK)

Hallur Thorsteinsson (Amager BTK)

Durita Fríðadóttir Jensen (Tór)

Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)


Hetta verður fyrstuferð, at hesi fýra royna seg í EM. Tað eru nevniliga nógv ár síðan, at Føroyar seinast luttóku í EM. Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson og Durita Fríðadóttir Jensen hava áður luttikið í HM, men hinvegin verður hetta fyrstuferð, at tann einans 15 ára gamla Sólja Hilduberg Djurhuus fer at royna seg í stórari altjóða kapping.


Eisini føroyska ungdómslandsliðið er úttikið. Talan er ein hóp upp á 12 leikarar, sum fer til Reykjavíkar at venja og kappast saman við íslendskum ungdómi dagarnar 5. til 8. oktobur. Venjari hjá teimum er Pætur Albinus.


Tey, sum eru úttikin til ungdómslandsliðið, eru:


Ári Fríðason Jensen (Tór)

Rói Seyer Hjaltason (Tór)

Victoria Debes (TBF)

Høgni Heinason (Tór)

Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

Aron Frankieson Knudsen (Tór)

Julian Frankieson Knudsen (Tór)

Marin Elisabet Poulsen (TBF)

Anja Wongwai (TBF)

Heri Lava Láadal (Tór)

Tórur Eið Eliassen (Tór)

Britt Michelsen (TBF)