Fara til Danmarkar at arbeiða

Í danska heilsuverkinum fegnast tey um, at altsamt fleiri svenskir og týskir sjúkrarøktarfrøðingar velja at fara til Danmarkar at leita sær arbeiði. Tøl hjá heilsustýrinum vísa, at í fjør fingu 418 útlendingar loyvi at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingar í Danmark. Í 2006 var talið 144.

Ein talskvinna fyri heilsumyndugleikarnar sigur við Kristeligt Dagblad, at danska heilsuverkið hevur brúk fyri útlendskum sjúkrarøktarfrøðingum fyri at nøkta tørvin.

Teir útlendsku sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu á skeið í donskum máli og danskari mentan, áðrenn teir fáa arbeiði.