Russiska uppsjóvarskipið, Kapitan Sulimov, liggur enn á Sundi. Tað var 14. juli, at russiska skipið kom á Sund við fýra deyðum monnum umborð. Eitt óhapp í mjølfabrikkini elvdi til, at teir fýra menninir, millum 19 og 60 ár, doyðu av lufteitran.
Sambært Karl-Erik Reynheim, stjóra í Faroe Agency, sum er umboð fyri russiska skipið, verður Kapitan Sulimov liggjandi á Sundi, til umvælingarnar í mjølfabrikkini eru lidnar.
Manningin er enn umborð á skipinum. Karl-Erik Reynheim greiðir frá, at túrurin hjá skipinum var júst byrjaður, og tí hevur tørvur ikki verið á vaktarskifti enn.
So skjótt umvælingarnar eru lidnar, fer skipið at leggja frá landi.