Skráin fyri skeiðið er fjølbroytt. Børnini sleppa fyrst og fremst at læra nýggjar sangir í einum sangleiki, men tey sleppa eisini í sirkus:
Leikurin, sum tey skulu venja og framføra, gongur nevniliga fyri seg í einum sirkusi. Her hevur onkur oyðilagt tað góða lagið, og í leikinum verður so alt gjørt fyri at bjarga tí.
Undanfarin ár hevur Heimamissiónin skipað fyri einum sangskeiði fyri børn og vaksin. Hetta skeiðið verður ikki í ár, og tí hava fólk á Strondum ynskt at bøta uppá henda saknin.
Skeiðið byrjar mánadagin og endar fríggjakvøldið við eini framførslu. Tað er ætlað børnum í skúlaaldri, og kostar 450 krónur, tá er bæði gisting, matur og alt annað íroknað.










