Fara sum trúboðarar til Tansania

Hjúnini Beinta og Havstein Klein og børn teirra vórðu mikukvøldið send út sum trúboðarar til afrikanska landið Tansania. Nógv fólk var samankomið í Glyvra kirkju í sambandi við útsendingina ? eini 300 í tali.

Útsendingin er ein partur av samstarvinum sum er millum føroysku Heimamissiónina og Luthersk Missionsforening í Danmark.

Tað var tí eisini aðalskrivarin í danska felagnum, Jens Ole Christensen sum prædikaði í kirkjuni og formaðurin Jens Peter Rejkjær sum leiddi útsendingina í kirkjuna, saman við sóknarprestinum Meinhardi Bjartalíð.

Eftir gudstænastuna var samkoma í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum, har greitt varð frá missiónsarbeiðinum í Tansania, eins og høvið var hjá fólki at bera fram heilsanir.

Seinni í hesum mánaðinum gongur leiðin til Tansania, har tey fyrst fara á málskúla at læra seg swahili-málið í eitt hálvt ár, áðrenn farið verður undir meinigheitsarbeiðið í norðasta býnum í landinum, Tarime.