Fara í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingum

Verkfallið varar ein dag og fer at raka skúlarnar

Føroya Pedagogfelag boðar nú frá, at tey fara í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum, sum nú hava verið í verkfallið í skjótt tríggjar vikur

Tað eru sáttmálasettir limir í Føroya Pedagogfelag, sum nú fara í samhugaverkfall og verkfallið varar ein dag, frá mánamorgunin klokkan 8 til mánadagin klokkan 20. Og sostatt varar tað í 12 tímar.
Verkfallið er galdandi fyri allar limir felagsins, sum starvast sum námsfrøðingar knýttir at serstovum í fólkaskúlanum, námsfrøðiligir stuðlar og hjálparfólk sum eru stuðlar í fólkaskúlanum.