Fara úr Vestmanna sum meistarar

Sannlíkið er stórt fyri, at fleiri manningar fara at tryggja sær FM, tá ið tað seinnapartin verður kappróður á fjarðastevnu

Næstsíðsti FM kappróðurin í ár verður seinnapartin í Vestmanna, har tey hetta vikuskiftið halda fjarðastevnu.

Tveir bátar hava vunnið allar fimm róðrarnar, sum higartil í summar hava verið í FM kappingini. Tað eru 5-mannafarið Firvaldur við gentumanning og 6-mannafarið Rádni við kvinnum.

 

Undan róðrinum í dag er Firvaldur sjey stig undan næsta bátinum, sum er Falkur. Tí er tað sera sannlíkt, at genturnar úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag í kvøld fara suður aftur sum meistarar.

 

Rádni er fimm stig undan Sølmundi, sum hevur verið næstfremstur í øllum fimm kappingunum millum 6-mannafør við kvinnum. Eingin ivi er um, at Rádni verður meistari, men meistaraheitið verður ikki staðfest í dag, um úrslitið í dag verður, sum tað hevur verið higartil í ár.

  

Higartil í ár hevur Eysturoyingur vunnið fýra ferðir, og á vestanstevnu í Sørvági fyri viku síðani var hann næstfremstur. Tá var tað Drekin Reyði, sum vann. Tað eru sjey stig frá Eysturoyingi og aftur til Drekan Reyða. Tí er tað mest sum avgjørt, at Eysturoyingur verður meistari, og tað er sannlíkt, at meistaraheitið verður staðfest ídag.

 

Í kappingini millum dreingjamanningar er tað bara eitt stig millum Fípuna Føgru og Tjaldrið, og í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum er tað bara eitt stig millum Erlu Kongsdóttir og Teistan.

 

Í hinum báðum kappingunum eru tað greiðir FM favorittar, men tað er tó so mikið tætt, at FM avgerðin verður neyvan fyrr enn á ólavsøku.

Smyril er trý stig undan Hvessingi í kappingini millum 6-mannafør við monnum, Nevið Reyða er fýra stig undan Gullbrandi í kappingini millum 8-mannafør við monnum

 

 

 

Barnaróður dreingir

Flaggið upp kl. 13.30                         

4 Falkur

5 Sílið

6 Royndin Fríða

7 Firvaldur

8 Títtlingur

9 (Ver) Jallurin

10 Tekla

11 Havfrúgvin

12 Ternan

13 Drekin

14 Ørnin 

 

Barnaróður gentur

Flaggið upp kl. 13.50

3 Ørnin

4 Reyðkollur

5 Erla Kongsdóttir

6 Falkur

7 Frúgvin

8 Pílur

9 (Ver)Fípan Fagra

10 Sílið

11 Strípan

12 Royndin Fríða

13 Havfrúgvin

14 Spógvin

15 Kollur              

 

6-mannafør Master kvinnur

Flaggið upp kl. 14.50                 

8 Gongurólvur          

9 Riddarin                

10 Fortuna

 

Støðan

1 Riddarin 7

2 Gongurólvur 6

3 Fortuna 3

 

5-mannafør gentur

Flaggið upp kl. 15.10

4 Sílið  G                          

5 Royndin Fríða       

6 Beinta                      

7 Báran  G               

8 Falkur                  

9 (Ver) Firvaldur    

10 Drekin               

11 Hulda                

12 Havfrúgvin          

13 Kollur                    

14 Pílur   G

 

Støðan

1 Firvaldur 35

2 Falkur 28

3 Drekin 22

4 Báran 21

5 Havfrúgvin 14

6 Hulda 10

7 Beinta 5

8 Sílið 2

9 Svalan 2

10 Pílur 1                 

 

6-mannafør  kvinnur

Flaggið upp kl. 15.30

6 Skúgvur GG        

7 Janrbardur           

8 Sølmundur           

9 (Ver) Rádni         

10 Páll Fangi          

11 Fortuna   G

 

Støðan

1 Rádni 35

2 Sølmundur 30

3 Páll Fangi 23

4 Fortuna 20

5 Jarnbardur 14

6 Skúgvur 11       

 

5-mannafør dreingir

Flaggið upp kl. 15.50

4 Ritan                          

5 Beinta                        

6 Teistin                          

7 Frúgvin                    

8 Fípan Fagra G          

9 (Ver) Tjaldrið          

10 Junkarin                   

11 Kollur  G                

12 Sílið                          

13 Jallurin  G

 

Støðan

1 Fípan Fagra 31

2 Tjaldrið 30

3 Junkarin 25

4 Frúgvin 24

5 Kollur 15

6 Sílið 6

7 Teistin 5

8 Beinta 4

               

6-mannafør menn

Flaggið upp kl. 16.10

6 Lómur                       

7 Riddarin                    

8 Smyril                      

9 (Ver) Hvessingur     

10 Fortuna                   

11 Gongurólvur

 

Støðan

1 Smyril 34

2 Hvessingur 31

3 Fortuna 22

4 Gongurólvur 18

5 Páll Fangi 10

6 Riddarin 4

7 Strálan 3         

                      

5-mannafør kvinnur

Flaggið upp kl. 16.30

6 Frúgvin G                  

7 Tekla                         

8 Erla Kongsdóttir        

9 (Ver)Teistin                

10 Fípan Fagra                    

11 Drekin

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 33

2 Teistin 32

3 Fípan Fagra 25

4 Tekla 18

5 Frúgvin 13

6 Drekin 11

7 Blikur 4                      

 

8-mannafør

Flaggið upp kl. 16.50

7 Gullbrandur                

8 Argjabáturin  G          

9 (Ver) Nevið Reyða     

10 Knørrur G

 

Støðan

1 Nevið Reyða 33

2 Gullbrandur 29

3 Knørrur 26

4 Argjabáturin 22

5 Miðvingur 5

6 Tofta Regin 3                

 

10-mannafør

Flaggið upp kl. 17.10

7 Ormurin Langi           

8 Eysturoyingur            

9 (Ver) Drekin Reyði    

10 Havnarbáturin G

 

Støðan

1 Eysturoyingur 34

2 Drekin Reyði 27

3 Havnarbáturin 26

4 Ormurin Langi 24

5 Suðuroyingur 3