Støðugt fleiri fólk av fremmandum uppruna fara úr Danmark til onnur lond at fáa sær hernaðarliga venjing við tí fyri eyga at fremja yvirgang. Tað sæst í teimum báðum metingunum hjá Politiets Efterretningstjeneste í ár.
Í metingini frá apríl stóð, at einstakir persónar vóru farnir at landinum at fáa sær hernaðarvenjing, men í metingini frá november var orðið ?einstakir? vorðið til ?nakrir?.
Formaðurin í teirri serligu eftirlitsnevndini hjá Fóllkatinginum, sosialdemokraturin Morten Bødskov, harmast gongdina.
-Tað er eingin ivi um, at hetta er ein nýggj og hættislig hóttan, sigur hann við danska kringvarpið.
Yvirgangsserfrøðingurin Lars Erslev Andersen sigur við DR, at tað eru serliga somaliskir menn, sum fara úr Danmark at nema sær hernaðarliga venjing.