Langar bíðirøðir vóru um alt landið í november og desember, tá gravgangur var eftir atgongumerkjum til fyrstu sýningarnar av sjónleikinum Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum.
So stór var undirtøkan, at neyðugt varð við eykasýningum mest allan november, desember og enntá inn í nýggjar árið.
Nú tykist tó, at leikurin langt um leingi fær ein enda. Á facebook síðuni hjá Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum varð í gjár boðað frá, at farið verður nú undir seinastu sýningarnar.
Seinastu sýningarnar á hesum sinni verða frá 19., 20., 22., 23., 24., 26. og 27. januar. Til ber at keypa atgongumerkir frá týsdegnum klokkan 9 í hølunum hjá Visti Tórshavn.

Fara nú undir seinastu sýningarnar





