Fara nú undir risastóru útstykkingina á Argjahamri

Í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og MTH Føroyar í sambandi við vegagerð, planering, leiðings- og lendisarbeiði í sambandi við útstykkingina á Argjahamri, sum kann koma at umfata einar 180 búeindir.

Articon fór herfyri undir at gera arbeiðsvegin, og tað arbeiðið er longu komið væl áleiðis. Smali vegurin út á Glyvursnes, sum nærmast lá oman í túnini hjá fólki, verður nú fluttur nakað væl niðanfrá.

 

Í dag varð so sáttmálin um sjálva byggibúningina undirskrivaður. Sáttmálin við MT Højgaard, sum átti lægsta tilboðið, umfatar planering, leiðings- og lendisarbeiði í sambandi við útstykkingina á Argjahamri.

 

Alt arbeiðið skal verða avhandað í juli í 2024, men byggistigini verða avhandað ávegis. Útstykkingin kemur at umfata bæði raðhús, sethús og íbúðir, og mett verður, at talan verður um einar 180 búeindir.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##