Nú er løgreglan farin undir arbeiði at bjarga beinagrindini, ein frítíðarkavari fann uttan fyri Ljósá í fyrrakvøldið. Hann bjargaði skøltinum, men í gjár varð so aftur farið at leitað eftir sjálvari beinangrindini.
Hon varð funnin seinnapartin í gjár og tá vórðu eisini myndir tiknar av henni fyri at staðfesta, hvussu hon liggur.
Síðani hevur løgreglan lagt til rættis, hvussu hon kann bjargast, men tað er lættari sagt enn gjørt.
Farast má fram við størsta varssemi fyri at bjarga beinagrindini so heilari í land sum gjørligt og fyri ikki at beina fyri møguligum sporum.
Men Jón Klein Olsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at beinagrindin liggur á mórubotni á 22 metra dýpi, einar 100 metrar úr landi. - Sýnið er ógvuliga vánaligt, bara ein krabbi gongdu framvið, gruggast sjógvurin alt fyri eitt, so umstøðurnar eru ikki góðar. Hartil er tað djúpt og tí eru kavararnir rættiliga avmarkaðir.
Les eisini: Hava nú funnið beinagrindina við Ljósá
Tá ið beinagrindin er bjargað, verður farið undir arbeiðið at eyðmerkja hana. Í hesum sambandi verður eisinni roynt at gera ein DNA profil av beinagrindini og tað verður gjørt í Danmark, tí tað krevur heilt serliga útgerð.
Eydnast tað at fáa ein DNA profil av beinagrindini, er tað eitt arbeiði sum tekur fleiri vikur at greina, sigur Jón Klein Olsen.
|










