Nú verður endiliga farið undir at byggja eitt sambýli til fólk við fjølbreki og menningartarni í Havn. Hetta er eitt mál, bíðað hevur verið eftir í áravís og nú er tað loksins komið so langt, at Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at byggja eitt sambýli í Reynstúni á Argjum.
Endamáli at bøta um tann ovurstóra tørvin á bústaðið hjá teimum ið hava tørv á at fáa ein vardan bústað. Tað er serliga í Havn, at hesum tørvurin er stórur og sambýli, sum nú verður bygt, er til fólk við menningartarni og fjølbreki. Tey flestu av teimum hava rørslutarn og krevja støðuga røkt alt samdøgrið, og tey vilja eisini hava ein tættan felagsskap við onnur.
Nú uppskotið verður lagt fram, er tað longu liðugt at projektera Sambýlið. Arbeiðið er eisini boðið út og tilboðini eru latin upp, so tey vita, hvat tað fer at kosta. Kostnaðurin verður 54 milliónir og nú er so eftir hjá Løgtinginum at játta pengarnar.
Í Sambýlinum eru 18 bústaðir, umframt felagshølir og onnur høli til ymiskt felags virksemi.
Bygningurin er 1.314 fermetrar, men eitt, tey eisini bíða eftir, er at fáa byggiloyvi frá Tórshavnar Býráð.











