Fara nú eisini at koppseta smábørn fyri koronu

Koppingarevnið frá Pfizer, sum vit brúka í Føroyum, er góðkent til smábørn

Nú verður skjótt eisini klárt til at koppseta børn ímillum 5 og 11 ár, fyri koronu. EMA, sum er stovnurin hjá ES, sum hevur eftirlit við hálivági, hevur nú góðkent koppingarevnifrá Pfizer til børn undir 12 ár. Tað skrivar stovnurin í einum tíðindaskrivi. Men tey siga, at tað verða tey ymsu londini sjálvi, sum gera av, um tey fara at koppseta tey 5 til 11 ára gomlu børnini.

 

Pfizer er tað koppingarevnið, vit brúka, og sum vit fáa úr Danmark. Myndugleikarnir í Danmark hava áður boðað frá, at teir hava bíðað eftir hesum møguleikanum.  Men danska heilsustýrið hevur ikki nakra viðmerking enn, tí málið er ikki avgreitt í ES- kommissónini, sum skal veita ta endaligu góðkenningina – men tað verður mett, at tað er bara ein avgreiðsluspurningur, skrivar TV2 í Danmark.

 

Í Danmark er avgerð sostatt heldur ikki tikin um, antin tey 5-11 ára gomlu skulu koppsetast, men læknar hava róð uppundir tað, tí tað eru serliga børnini, sum fáa koronu og hóast tey ikki vera serliga sjúk, er tað í stóran mun tey, sum bera smittuna runt.

 

Taka myndugleikarnir í Danmark støðu til at koppseta tey 5-11 ára gomlu, verður tað eisini sett í gildið í Føroyum, tí vi hava altíð fylgt tilmælunum frá donsku myndugleikunum. Koppingarevnið, sum tey 5 – 11 ára gomlu fáa, er veikari enn tað, tey eldru fáa, men kanningarnar vísa, at koppsetingin til børn verjir yvir 90 prosent av børnunum ímóti at fáa koronu.

 

Hjáárinini eru tey somu, sum hjá teimum eldru. Og í roynd og veru vil tað siga, at tey eru lítil og eingin og tí metir EMA, at fyrimunirnir við at koppseta smábørn, er nógv størri enn vansarnir.

 

Eisini alheims heilsustovnurin, WHO, hevur mælt til at koppseta tey yngru børnini. Men tey halda kortini, at tað, sum hevur størri týdning, er, at koppingarevnið verður býtt javnari ímillum heimsins lond, so at øll verða koppsett, skrivar TV2.