Løgtingsfundur verður aftur hósdagin klokkan 13:30 – og einasta mál á skránni er uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2016.
Tað var leygardagin fyri pálmasunnudag, at landsstýrið legði fram fíggjarkarmarnar fyri næsta ár. Hetta eru seinastu fíggjarkarmar, sum hendan samgongan leggur fram, og seinasta løgtingsfíggjarlógin skal leggjast fyri tingið í september.
Sambært uppskotinum til játtanarkarmar, so verður samlaði útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2016 4,642 milliardir krónur.
Løgukarurin verður 273 milliónir krónur, og samlaði inntøkukarmurin verður 4,698 milliardir krónur.
Soleiðis kemur samgongan fram til, at yvirskotið á løgtignsfíggjarlógini næsta ár verður 56 milliónir krónur.
Lesið meira VIÐ AT TRÝSTA HER
http://www.logting.fo/files/casestate/15367/141.14%20U.t.s.%20um%20jattanarkarmar%202016.pdf









