Fara nú at samstarva um lønina hjá starvsfólki

Eitt endamál er at lønin skal vera tann sama

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, hava nú skrivað undir eina avtalu um, hvussu lønarsamráðingarnar við starvsfólk hjá landinum, og kommunum, skulu fara fram.

 

Tað merkir, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, og Fíggjarmálaráðið, FMR, hava gjørt eina avtalu um, at partarnir, í mest møguligan mun, samstarva um sáttmálasamráðingar og sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

Eitt endamál við avtaluni er hava sama lønarlag hjá øllum almennum starvfólkum, bæði starvsfólk hjá Landinum og hjá kommununum. Endamálið er at gera felags sáttmálar, har tað ber til, og har annar parturin bara hevur fá starvsfólk á einum øki, ger tann parturin, sum hevur nógv starvsfólk, sáttmálan, og so. tekur hin parturin undir við honum.

 

Partarnir eru samdir um at samráðast saman, longu næstu ferð, samráðast skal og á tann hátt áseta partarnir í felag treytirnar fyri, hvussu stórar lønarhækkingarnar verða.

 

– Fyrimunirnir við avtaluni eru, at partarnir tryggja eitt javnt lønarlag á øllum tí almenna arbeiðsmarknaðinum, siga partarnir í eini felags fráboðan.

 

­Ein annar fyrimunur er, at arbeiðstreytirnar eru so líkar sum til ber, soleiðis at eitt alment starvsfólk hjá Landinum á einum ávísum sáttmálaøki, og eitt starvsfólk hjá kommunum á sama øki, hava sama slag treytir, og at frávik bert eru í serligum førum.