Fara nú at koppseta á Eysturoyar Apoteki

Frameftir verður koppsett fyri koronu á Eysturoyar Apoteki týsdagar og hósdagar.

Frameftir verður koppsett fyri koronu á Eysturoyar Apoteki týsdagar og hósdagar.

 

Koppsett verður frá klokkan 18.15 til 20 bæði kvøldini, boðar Landssjúkrahúsið frá.

 

Koppsetingin fer fram í samstarvi við Klaksvíkar sjúkrahus. Síðani ársskiftið hevur koppsetingin í Klaksvík verið á Norðoya apoketi, og samstarvið við Apoteksverkið hevur riggað væl. Nú verður eisini ein roynd gjørd á Eysturoyar Apotek, sum liggur á Mýravegi 6 í Runavík.

 

Fólk skulu enn sum áður bóka tíð til koppseting á korona.fo.