Fara nú at klippa nummarplátur av bilum

Løgreglan hevur fingið ein langan lista yvir bilar, sum skulu missa pláturnar av

 

 

Í næstum fer løgreglan á ferð kring landið at klippa nummarplátur av bilum. Í hesum sambandi hevur løgreglan fingið ein lista frá Akstovuni við 265 bilum, sum skulu missa pláturnar.

 

Løgreglan sigur, at her er talan um bilar, sum ikki hava goldið trygging ella vegskatt. Talan er eisini um bilar, sum ikki eru møttir til sýn, ella sum ikki eru rætt skrásettir í sambandi eigaraskifti.

 

Løgreglan hevur longu tikið nakrar plátur, men tey siga, at hesa næstu tíðina fara tey at arbeiða seg ígjøgnum listan. Og treytirnar eru harðar, tí hava bileigarar ikki eina kvittan at vísa løgregluni, verða pláturnar tiknar.

 

Løgreglan sigur, at tað kann fáa vanlukkuligar avleiðingar at koyra runt í bili, har tryggingin ikki er goldin, tí hendur nakað, hongur bileigarin sjálvur upp á rokningina. Somuleiðis kann tað fáa vanlukkuligar avleiðingar at bilurin ikki er sýnaður, sum hann skal, tí so er hann í óforsvarligum standi.