Fara nú at kanna um Teistin kann brúkast

Strandferðslan heldur, at hann er ov stórur, men tey vilja ikki útihýsa møguleikan

Seinni í ár verður Sandoyartunnilin tikin í brúk og tá verður ikki longur brúk fyri at hava Teistan og Hasfjord, siglandi um Skopunarfjørð.

 

Tí hevur Strandferðslan mælt til, at bæði Teistin og Hasfjort verða seldir, og á fíggjarlógini fyri í ár hevur landsstýrið sett eina inntøku upp á 30 milliónir fyri sølu av Teistanum.

 

Harafturat er ein inntøka upp á 3,5 milliónir settar á fíggjarlógina fyri sølu av Hasfjord.

 

Samstundis hevur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, upplýst fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at Strandferðslan er í samskifti við fakfeløg og manning um, hvussu farið verður fram, tá ið skipini gevast at sigla.

 

Strandferðslan heldur nevniliga ikki, at Teistin er hóskandi til nakra aðra rutu hjá Strandferðsluni, tí hann er ov stórur til siglingina upp á Kalsoynna, og til siglingina upp á Nólsoynna.

 

Og hann er í hvussu so er alt ov stórur til siglingina út í Hest.

 

Strandferðslan heldur, at Teistin mettur at vera ov høgur til havnarlagið í Kalsoynni, so har skal ein størri broyting gerast fyri at Teistin kann brúka havnina har.

 

Og helst er hann eisini ov stórur til talið á ferðafólki, og bilum, sum ferðast ímillum Kalsoynna og Klaksvík. Hann er eisini væl dýrari í rakstri enn Sam er.

 

Men ætlanin er kortini at gera eina roynd at sigla upp á Syðradal í Kalsoynni fyri at vita, hvussu tað riggar

 

Ætlanin er eisini at gera ein roynd á Nólsoyarleiðini fyri vita, hvussu tað riggar at fara inn í havnarlagið í Nólsoy, og at leggja at í Nólsoy.

 

Teistin stingur djúpari enn Ternan, og í innsiglingini í Nólsoy eru nøkur sker, ið talan ofta hevur verið um at spreingja burtur, sigur landsstýrismaðurin.

 

Tað er eisini bíligari í rakstri at hava Ternuna siglandi á Nólsoyarleiðini enn Teistan, eitt nú tí at hann krevur størri manning.

 

Samstundis metir Strandferðslan, at Ternan er hóskandi til tann flutning, sum er um Nólsoyarfjørð.

 

Strandferðslan fer at gera hesar royndirnar Í Nólsoy og í Syðradali fyri at vita um metingarnar um, at hann er ov stórur, halda, ella um tað óvæntaða hendur, at hann kann brúkast.

 

Hinvegin vísir Strandferðslan eisini á, at stórar ábøtur eru gjørdar á Ternuna, so hon klárar helst nøkur ár aftrat, til ein nýggj Terna verður bygd um nøkur ár.

 

Landdsstýrismaðurin minnir eisini á, at Teistin hevur eitt søluvirði, sum lækkar fyri hvørt ár, ið gongur.

 

Strandferðslan sigur eisini, at tað er ítøkiligur áhugi úr útlandinum fyri at keypa Teistan.