Umhvørvisstovan hevur nú fingið tríggjar milliónir í granskingarstuðli frá grunninum Aafe V. Jensens Naturfond til at kanna, hvussu nógv er til av náta í Føroyum, og sostatt eisini, hvussu nógva veiði hann tolir.
Tann størsti parturin av stuðulinum skal brúkast til eina doktararitgerð, har drona skal brúkast til at telja náta. Harumframt snýr verkætlanin seg um at greina aldursbýtið hjá náta og endamálið er eisini at skipa eina skipan, har fólk, sjálvboðin, skráseta veiðina og tær eygleiðingar, tey annars gera.
Náti er ein týdningarmikil partur av okkara náttúru og hann hevur eisini serligan týdning fyri føroyska samfelagið, sigur Umhvørvsstovan. Tað verður eisini nógvur náti tikin til matna, og í so máta er talan um ein fugl, og eitt tilfeingi, nógvir føroyingar hava havt stóra gleði av seinastu 100 árini.
Hendan verkætlanin at telja náta, verður eitt samstarv ímillum Umhvørvisstovuna, Aarhus Universitet, Tjóðsavnið, Havstovuna og Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy.