Fara nú at herða eftirlitið

Bøndur, sum hava jørð frá tí almenna skulu venja seg við at vera undir betri eftirlitið frá myndugleikunum

Nú fara myndugleikarnir at bøta um eftirlitið við bóndum, sum hava festi frá tí almenna. Tað er niðurstøðan, nú Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, hevur svarað einum spurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin. Løgtingsmaðurin hvur spurt hann um nøkur ætlan er fyri at gera eina skipan, har Búnaðarstovan sýnar festi regluliga. Landsstýrismaðurin sigur, at fyri nøkrum árum síðani var ætlanin at einskilja alla almenna jørð – og tá varð eisini hildið upp at at sýna festini. Orsøkin til hetta var ivaleyst, at festisýn eru óneyðug tá ið jørðin er einskild, sigur Magnus Rasmussen.

 

Jørðin varð kortini ikki einskild – men sýnini vórðu ikki tikin upp aftur. Undanfarni landsstýrismaður, sum nettupp var Helgi Abrahamsen,a tók tí stig til aftur at fáa gongd á regluligu festisýnini, sum vóru dottin niðurfyri.

 

Í mai í fjør setti Búnaðarstovan fólk at taka sær av uppgávuni, og síðani eru festi sýnað 21 ferðir. Tað er serliga í sambandi við festaraskifti, at festini eru sýnað, men harumframt hevur Búnaðarstovan sýnað festi, sum kært er um, og leigutraðir eru eisini sýnaðar. Magnus Rasmussen sigur, at nú verður arbeitt við at fáa festisýnini í eina skipaða legu soleiðis, at øll festi verða sýnað við regluligum millumbili.