Bústaðir og TN Bygging, hava nú skrivað undir avtalu um at byggja 16 leiguíbúðir í Runavík. Talan er bæði um vardar bústaðir og almennar leigubústaðir, verður sagt í tíðindaskrivi í morgun.
Íbúðirnar verða á Blikagøtu, ovarlaga í Runavík og har standa tær væl, tí tað stutt bæði til skúla, barnagarð, handlar og til stóra ítróttarøkið í Runavík. Og úr íbúðunum verður gott útsýni oman yvir býin, Toftavatn og ítróttarøkið.
Bygt verða trý íbúðahús, tvey við seks íbúðum og eitt við fýra íbúðum. Átta íbúðir verða 62 fermetrar, og hinar átta verða 76 fermetrar.
Minnu íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm, stovuog køk í einum, og eitt sovikamar, og størru íbúðirnar hava tað sama, men tvey sovikømur.
Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Arbeiðið er byrjað, og eftir ætlan verða íbúðirnar lidnar í desember 2016. Tilsamans kosta tær 16,7 milliónir krónur, uttan mvg.










