Nú er loksins útlit fyri, at gongd kemur á íbúðarbyggingina í Fuglafirði, sum tosað hevur verið um í tvey ár.
Tað var í 2020, at ætlanin varð kunngjørt at farast skuldi undir íbúðarbygging í Fuglafirði og ætlanin var at flyta í nýggju íbúðirnar longi næsta ár. Í hesum sambandi ætlaði kommunan at selja einum privatum felagi eitt stykki við Toftanesveg, Úti á Land, at byggja íbúðir ár.
Men tað hevur drigið út, tí kommunala eftirlitið hjá landstýrinum gjørdi vart við, at kommunan kundi ikki selja eitt stykki undirhonds, uttan at bjóða tað alment til sølu.
Og á nú hevur kommunustýrið í Fuglafirði á fundi mikukvøldið nú einmælt samtykt at bjóða stykkið út alment.
Tveir býráðslimir fingu ikki møtt á fundinum, nevniliga Sonni á Horni og Ólavur Larsen, sum vóru teir báðir fyrst valdu á Á. Fyri teir møttu ávikavist Niels Midjord og Lillian Jacobsen.
Stykkið er slakar 1.700 fermetrar til støddar og ætlanin er at byggja tveir íbúðarblokkar við tilsamans 18 íbúðum.
Tá ið ætlanin varð almannakunngjørt, varð boðað frá, at talan er um íbúðir við trimum ella 4 rúmum, og eru tær góðar 90 fermetrar til støddar hvør.