-Eg veit ikki, hvat tað er sum hendir. Í fyrra hálvleiki spæla vit heilt hampiligt, og støðan er jøvn, tá vit fara til hálvleiks. Í seinna hálvleiki kiksar alt tó hjá okkum. Vit skora ikki upp á møguleikarnar, vit fáa býttar útvísingar, og av eini ella aðrari orsøk er viljin hjá okkum slett ikki til staðar síðsta korterið. Innsatsurin hjá okkum var alt annað enn góður í dag.