HVALBA
Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG Seafood í Hvalba, væntar ikki, at virkið hjá teimum fer at keypa og virka makrel í summar, um skip, sum eru heimahoyrandi í Hvalba, fara á makrelveiði.
- Tað er ikki bara sum at siga tað at fara undir slíka framleiðslu soleiðis í eini handavend.
Stjórin vísir á, at leiðslan á virkinum hevur ikki tikið nakra støðu í so máta, men hann heldur tað neyvan vera hugsandi, at tey fara at virka makrel á virkinum í hesum umfari.
- Vit hugsa sjálvandi um, hvussu verður við tilgongdini av ráfiski, um fleiri skip fara á makrelveiði, men í løtuni er ov tíðliga at siga nakað um hetta.
Spurdur, um ætlanin er, at TG Seafood kanska fer at lata aftur eitt skifti í summar vegna summarfrí, sigur Ólavur Bjarkhamar, at ætlanin hevur ikki verið at lata virkið aftur.
- Men nú fáa vit sjálvandi at síggja, hvussu verður við ráfiskatilgongdini – og hvussu verður við møguligari makrelveiði hjá skipunum, sum landa her hjá okkum, sigur stjórin.