Fara neyvan aftur á mánan

Alt bendir á, at ætlanin hjá amerikonsku rúmdarumsitingini at seta fólk á mánan innan 2020 verður av ongum. Tað var fyrrverandi forsetin George W. Bush, sum í 2004 kom við ætlanini um at seta fólk á mánan innan 2020, men eftirmaður hansara, Barack Obama, segði í februar, at hann tók ikki undir við ætlanini.

Ein óheft nevnd, sum forsetin setti í fjør, segði í sínari niðurstøðu, at verkætlanin mátti fáa tríggjar milliardir dollarar í eykajáttan um árið, um hon skal fullførast. Teir pengarnir eru ikki játtaðir, og nú skrivar Times, at NASA tvørturímóti hevur fingið boð um at spara eina milliard dollarar.

Sostatt bendir alt á, at mánaætlanin hjá Bush verður av ongum, skrivar blaðið.