Fara nú undir samráðingar um Eysturoyartunnilin

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, fer nú undir veruligar samráðingar –realitetssamráðingar- við eitt felag um at standa fyri arbeiðnum at gera undirsjóvartunnil undir Tangafjørð ímillum Streymoy og Eysturoy.

Seinastu tíðina hava tey kannað marknaðin at vita um nakar er, sum er áhugaður at fíggja ein Eysturoyartunnil og at standa fyri arbeiðnum at gera hann.

Tær kanningarnar eru nú komnar so mikið áleiðis, at farið verður nú undir veruligar samráðingar við eitt felag um at geva tí einkarrætt til at gera undirsjóvartunnilin.

Hetta sama felagið skal bæði útvega fígging til verkætlanina og standa fyri, at arbeiðið verður gjørt.

Kári P. Højgaard sigur, at partarnir fáa tveir mánaðir til samráðingarnar, tí tann 1, juli er evstmark.

Tá skulu samráðingarnar verða lidnar og tá skal sostatt greiða vera fingin á um tað verður egg ella ungi.

Hann sigur, at avtalan er, at samráðingarnar skulu vera í trúnaði og tískil vil hann ikki siga, hvat felag, talan er um.

Hann vil heldur ikki siga um talan er um eitt føroyskt felag, ella eitt útlendskt felag.