Kommunuumsiting
Umsitingin hjá Sumbiar Kommunu fær nú betri umstøður. Tað er nakað síðani, at kommunan keypti gamal fiskahúsið, sum hevði staðið tómt eina tíð og ætlanin hevur síðani verið at innrætta tað til kommunuskrivstovu.
Húsið varð keypt fyri góðar 300.000 krónur og nú hevur Landsbyggifelagið gjørt uppskot um, hvussu tað skal innrættast. Bygdaráðið hevur nú samtykt uppskotið og hevur biðið Landsbyggifelagið gera útbjóðingartilfar og bjóða arbeiðið út.
Eftir uppskotinum verður helvtin av húsinum goymslurúm, sum ikki verður innrættað.
Men hin helvtin verður innrættað við fundarhøli, tveimum skrivstovum, skjalagoymslu og wc.
Upprunaliga hevði hevði Landsbyggifelagið skotið upp at gera ein útbygning við nógvum glasi oman ímóti sjónum. Har var ætlanin, at undirhús skuldi vera, har sumbingar kunnu hittast í fríløtum, eins og vit kenna tað frá øðrum undirhúsum kring ymsastaðni í landinum.
Tann ætlanin er nú slept. Men ístaðin verður eitt alment wc í húsinum.
Í fíggjarætlanini fyri 2002, eru 500.000 krónur settar av til at innrætta húsið fyri og at hampa tað uttan.
Borgarstjórin í Sumba, Jacob Vestergaard, segði herfyri við Sosialin, at tað kann tykjast nakað stórt til kommununa. Men samstundis vísir hann á, at landsstýrið tosar í heilum um at legga fleiri og fleiri málsøki út til kommunurnar at umsita. Og tá ið kommunan fer undir eitt hús, er tað betri at leggja upp fyri, so at tað eisini nøktar tørvin framyvir.
Hann sigur, at verða fleiri øki løgd út til kommunurnar at umsita, er hann sannførdur um, at eisini Sumbiar Kommuna er før fyri at umsita tey øki, sum kommunurnar eftir ætlan, skulu umsita, men so er eisini neyðugt at neyðug høli til umsitingina.