Arbeiðsmarknaður
Væntandi verður farið undir samráðingarnar ímillum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið um nýggjan sáttmála fyrsta dagin.
Í gjáramorgunin hevði Starvsmannafelagið ikki fingið fundarboð, men Gunnleivur Dalsgarð, formaður, væntaði fundarboð hvørja løtu.
Í øllum førum væntaði hann, at tann fyrsti samráðingarfundurin verður hesa vikuna.
Sáttmálin gongur nnars út 1. mars
Starvsmannafelagið hevur lagt síni krøv fyri Fíggjarmálastýrið, men formaðurin vil ikki almannakunngera tey, fyrrenn partarnir hava havt tann fyrsta fundin, so at tey hava fingið greitt mótpartinum frá krøvunum.
Sáttmálin gongur út 1. mars.
Herfyri segði Gunnleivur Dalsgarð tó við Sosialinum, at , at krøvini eru sett eitt sindur øðrvísi upp í ár, enn vanligt hevur verið.
Sostatt hevur felagið ikki ásett nakað ávíst prosenttal fyri, hvussu stórt kravið um lønarhækking er.
Harafturímóti hevur felagið kannað lønarlagið, bæði í Føroyum og í øðrum londum, í einum 10 ára skeiði.
? Og tann samanberingin vísir púra greitt, at í øðrum londum eru lønirnar í hesum 10 ára skeiðnum hækkaðar nógv meiri enn hjá okkum, segði Gunnleivur Dalsgarð.
Hann segði, at sjálvandi hevur Starvsmannafelagið sína meting av, hvussu lønirnar skulu vera.
Annars hevur Starvsmannafelagið eisini tiki nógv onnur viðurskifti við í upplegginum til samráðingarnar.
Hann sigur eisini, at fleiri feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum fara at samráðast í felag um ávís mál.
Eitt av hesum málum er eru tey 0,8 prosentini, sum feløgini hava goldið í ein barnsburðargrunn.
?Kemur landsstýrið nú við einum nýggjum barnsburðargrunni, soleiðis, sum tað er fráboðað, er kravið frá feløgunum, at tey 0,8 prosentini verða borðin aftur, áðrenn tosað verður um aðrar lønarhækkingar yvirhøvur.
Somuleiðis vil Starvsmannafelagið hava at vita frá Fíggjarmálastýrinum, á hvørjum støði tað metir, at lønarlagið í Føroyum skal verða í framtíðini.
Annar er lítið at ivast í, at teir komandi mánaðirnir verða sera sera strævnir hjá Starvsmannafelagnum , tí allir sáttmálarnir hjá felagnum ganga út nú, og teir eru nógvir. Umframt at hava sáttmála við Fíggjarmálastýrið, hevur Starvsmannafelagið eisini sáttmála við SEV, Føroya Tele, umframt við fleiri kommunur. Og samráðingarnar við aðrar stovnar, enn Fíggjarmálastýrið, eru so smátt byrjaðar.