Fara nú til arbeiðis á Krambatanga og Undir Gøtueiði

Farið verður nú undir arbeiðið at styrkja bryggjuna á samferðsluhavnini á Krambatanga. Samtundis verður eisini farið undir at gera vegin Undir Gøtuleiði lidnan.

Kári P. Højgard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at vegurin Undir Gøtueiði hevur ligið sum eitt ótøki í eitt mannaminni, men hesi seinastu árini er hann breiðkaður hann hampaður.

Tað, sum eftir er at gera, er at gera kantsteinar og ferðsluforðingar, at seta ljós upp og annað og tað arbeiðið verður liðugt nú í summar.

Somuleiðis verður nú farið undir at styrkja bryggjuna á havnarlagnum á Krambatanga, so at eisini Norrøna og onnur stór skip, kunnu brúka havnina.

Tá ið Smyril var í dokk í vár, røkti Norrøna suðuroyarsiglingina, men hon mátti sigla á Vág, tí hon kundi ikki brúka havnina á Krambatanga.

Orsøkin til tað var, at undirlendið var ikki nóg sterkt til at tað tolir skrúvuvatnið frá Norrønu og tí var vandi fyri, at máðað hevði verðið undan bryggjuni.

Men nú verður farið undir tað arbeiðið, sigur Kári P. Højgaard.

- Samstundis skal eitt sker beint við ferjuleguna spreingjast burtur fyri at gera tað høgligari at koma inn og út úr Havnini, sigur hann.

Tað er Articon, sum ger arbeiðið fyri 1,8 millión. Tað var eisini Articon, sum gjørdi samferðsluhavnina.

Myndin er av vegastrekkinum Undir Gøtueiði.