Fara nú í hernað ímóti teimum líkasælu

- Nú fer IRF at nokta at taka rusk frá teimum, sum ikki vilja skilja ruski og hetta fer at raka bæði handlar, fyritøkur og húsarhald

IRF fer nú at herða kósina ímóti  teimum, sum ikki skilja ruskið nóg væl.
Poul Andrias Joensen, sigur, at tað er ein heilt stórur trupulleiki hjá IRF, at pappír, sum skal endurnýtast, verður ikki skilt frá restini av ruskinum.
- Tað gongur syndarliga illa við tí, sigur hann.
Hann sigur, hetta er bæði galdandi fyri húski, handlar og fyritøkur.
- Tað eru stórir handlar, sum koyra pappír og papp í tonsatali í ruskið, sum skal brennast, sigur stjórin í IRF.
Hann sigur, at hetta ger, at tað er nógv meiri rusk at brenna, at tað eigur at vera.
 
Nokta at taka ímóti
Hann sigur, at nú fer IRF at taka stig til at steðga hesum, rætt og slætt.
Í hesum sambandi fer IRF eftir summarfrítíðina at nokta at taka ímóti ruski, har ov nógv pappír og papp er í.
Hann heldur, at hetta mugu fólk skilja, tí tað er so stórur trupulleiki.
Poul Andrias Joensen sigur, at skipanin við at taka endurnýtslupappír frá, hevur verið síðani 2000.
Tað er rættiliga stórur munur á, hvussu fólk hava tikið ímóti tí.
- Summi leggja sær rættiliga nær at skilja pappírið frá, men nógv leggja ikki petti í tað og koyra alt í sama posa.
Men tað er hendan líkasælan, sum ger, at brennistøðin klárar ikki at brenna undan.
- Vit rokna við, at vit hava eini 6000 tons av endurnýtslu pappírið um ári, sum átti at verið sent av landinum.
- Men vit flyta bara 1.800 tons av pappírið út um árið og tað er alt ov lítið.
Sostatt eru yvir 4.200 tons, sum verða brend óneyðugt. Fyri at finna brennivirðið av tí, skal tað faldast við 1,4. Sostatt eru tað yvir 5.800 tons um árið, sum verða løgd í ovnin óneyðugt.
Kortini vísir stjórin Í IRF á, at í Havnini eru  tey nógv raskari at skilja ruskið.
Men hann ásannar, at tað kann vera, at skipanin í Havn, har fólk hava spannir til pappír, er betri enn skipanin hjá IRF, har fólk hava hvítar posar til endamálið.
Higartil hevur IRF klára støðuna við at lata brennistøðina í Havn brenna rusk frá IRF limunum um summarið.
Men í ár er støðan heilt serlig, tí brennistøðin í havn fær eisini eina rættiliga yvirháling, so eisini har liggja eini 2000 tons á goymslu, so har er ongin hjálp at heinta í ár.
- Stóri trupulleikin er, at brenniorkan hjá IRF er ov lítil. Tann trupulleikan loysa vit við at skilja ruskið, men tá ið tað ikki riggar, kemur sperðil í, serliga tá ið Havnin heldur ikki fær tikið ímóti. Hann metir, at tað er semja um, at táið hesar báðar brennistøðirnar, sum eru, eru slitnar upp, verða ikki tvær støðir bygdar aftur, men ein stór, felags brennistøð, har allur avlopshitin kann brúkast til elframleiðslu og til fjarhita.
- Næsta stóra kjakið verður so, hvar í landinum, hon skal vera, sigur Poul Andrias Joensen.