Fara nú í hernað ímóti herviligari seyðasjúku

Men peningur skal játtast til endamálið í fleiri ár, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Ætlanin er nú at fara undir eitt miðvíst átak fyri at basa ridluskriða í Føroyum.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum, nú Bjørn Kalsø, tingmaður, hevur spurt hann um støðuna við ridluskriða í Føroyum.

 

Ridluskriði er ein álvarslig seyðasjúka, sum einki er at gera við og fyribils er ridluskriði staðfestir í Suðurstreymoy, Fugloy, í Skælingi og har um vegir og í einum haga í Eysturoy.

 

Hesir hagapartar, har sjúkan er staðfest, hava tilsamans einar 1000 áseyðir, sum er umleið 1,5 prosent av seyðinum í Føroyum.

 

Higartil er ein roynd gjørd at ala seg burtur úr ridluskriða við at kanna ílegurnar í hvørjum einstakum segði at vita, hvussu mótstøðuførur hann er ímóti ridluskriða. Endamálið við tí er bara at hava gjólingar og sleppingarlomb, sum eru so mótøðufør sum gjørligt.

 

Men sakkunnleikin sigur, at tað kann vera óheppið at ala seyð við einum einasta endamáli, tí avleiðingin kann vera, at eisini aðrir, gagnligir eginleikar, verða aldur burtur.

 

Men hetta aliarbeiðið sigur einki um, hvussu nógvur seyður er smittaður, tí seyður kann saktast vera smittaður, uttan at vera sjúkur.

 

Høgni Hoydal sigur, at Fiskimálaráðið, Landsdjóralæknin og Búnaðarstovan hava havt fund um málið nú í januar.

 

– Einasti álítandi máti at staðfesta um seyður er smittaður, er at kanna heilavevnað á eldri seyði, sigur Høgni Hoydal

 

Hann sigur, at partarnir skulu hava fund aftur í februar, og at tað skal greiða vera fingin á, hvussu tað kann gerast, og hvat tað kostar.

 

– Tá ið hesi viðurskifti eru greið, verður ein endalig ætlan løgd fyri hvussu arbeiðið skal skipast.

 

Tað er tó greitt, at meina myndugleikarnir nakað við hetta skal eitt munagott kanningar- og fyribyrgingararbeiði gerast í nøkur ár, sigur Høgni Hoydal.

 

Hann sigur, at verður heilavevnaður á seyði, sum er eldri enn eitt ár, kannaður, ber til at staðfesta um hann er sjúkur ella ikki, sama um hann hevur nøkur sjúkutekin ella ikki.

 

– Tað er umráðandi at fáa vitan til vega um, hvussu sjúkustøðan av ridluskriða í roynd og veru er í føroyska seyðastovninum, eins og tað er sera týdningarmikið at fáa gjøllari vitan um hvørji viðurskifti gera, at sjúkan brýtur út.

 

Ein møguleiki er, at sjúkan brýtur skjótari út, har seyður er trunkaður saman á bøi, í seyðahúsum, ella aðrastaðni.

 

Høgni Hoydal sigur, at hetta eru kanningar sum skulu ganga yvir eini sjey ár fyri at fáa nakað fullgott úrslit burtur úr.