Nú kunnu eisini dreingir verða koppsettir fyri HPV, og tað er ein koppseting, sum fyribyrgir ávísum sløgum av krabbameini. Higartil hava tað bara verið gentur, sum hava havt hetta tilboðið, men í summar verður fara 12 ára gamlir dreingir eisini at fáa sama tilboð.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at spurningurin um at koppseta dreingir fyri HPV, hevur javnan verið til umrøðu síðani tilboðið til gentur varð skipað í 2009. Hjá gentum er koppsetingin serliga fyri at sleppa undan lívmóðirhálskrabba seinni í lívinum.
Í dag er tað soleiðis, at gentur, og kvinnur, sum eru føddar 1. januar 1985 ella seinni, kunnu, verða koppsettar ímóti HPV-virus, tá ið tær eru fyltar 12 ár. Tað er ókeypis, men tær skulu vera koppsettar áðrenn tær fylla 28.
Men hesi seinnu árini hava fleiri av okkara grannalondum gjørt av, at tilboðið eisini eigur at fevna um dreingir, tí koppsetingin vísir seg at byrgja fyri ávísum sløgum av krabbameini hhjá dreingjum.
Í summar fáa 12 ára gamlir dreingir sostatt eisini tilboð um at verða koppsettir ókeypis fyri HPV. Somuleiðis skal ein ætlan eisini leggjast fyri, hvussu dreingir, ið eru eldri enn 12 ár, kunnu fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV. Koppsetingin er í tveimum við nøkrum mánaðum ímillum.