Fara nú eisini at bryggja øl í Vági

Fyrsta bryggjaríið í Suðuroynni sær nú dagsins ljós, men ætlanin er at at bryggja í smáum

 

Nú sær eitt bryggjarí afturat dagsins ljós í Føroyum. Tað eru vágbingar, sum eru farnir at bryggja øl, og tær fyrstu ølirnar verða til taks í næstum.

Tað eru teir tríggir vágbingarnir, Dennis Holm, Magnus Brattaberg og Bárður G. Nielsen, sum hava stovnað bryggjaríið, ið teir nevna Biskupskelda. Biskupskelda er ein kelda í Botnhaga, oman fyri Vág, við gomlu bygdargøtuna ímillum Vág og Fámjin, beint sunnan fyri Ryskivatn.

Ein av stigtakarunum, Dennis Holm, sigur, at tann fyrsta ølin frá Biskupskeldu verður at fáa í Rúsuni eftir hálvan mars, ella um ein góðan mánað, men gongst sum ætlað, verður ølsmakking í Stóra Pakkhúsi í Vági nú um vikuskiftið.

Biskupskelda er fyrsta góðkenda bryggjarí í Suðuroynni, men Dennis Holm sigur, at talan er ikki um at taka kappingina upp við bryggjaaríini, sum bryggja øl í stórum og teir hava framleiðsluorku til 3.000-3.500 litrar um mánaðin og tað svarar til einar 10.000 øl. Biskupskelda er nevniliga eitt mikrobryggjarí, har øll framleiðslan er við handamegi, og har ætlanin er at bryggja serligar øl av ymsum slagi.

Tann fyrsta ølin, sum verður at fáa í Rúsuni, er Huldugentan, sum er ein IPA-øl og sum er 5,8 prosent. Huldugentan er uppkallað eftir kenda kvæðinum hjá Johan í Høggeil um Huldugentuna.

Í apríl koma nakrar øl afturat, bæði øl við styrki sum pilsnarar og gulløl. Men Dennis Holm sigur, at ein partur av ætlanini er at bryggja serøl til serlig tiltøk, føðingardagar, brúdleyp, ella hvat tað kann vera.