Fara nú at venja til ólavsøku

Ólavsøkan nærkast og havnarfólk eru av álvara farin undir fyrireikingarnar.

Men ein ólavsøka við ongum ólavsøkukóri er næstan líka óhugsandi sum ein ólavsøka við ongum kappróðri.

Nú eru tey eisini farin at savna sangarar saman til ólavsøkukórið, sum skal syngja undir Tinghúsinum tá ið Løgtingið verður sett ólavsøkudag.

Fyrireikararnir siga, at ein og hvør í øllum landinum, sum hevur hug at syngja og mál at syngja við, eru vælkomin við í kórið.

Miðað verður eftir, at kórið í ár skal vera líka fjølment sum tað var í fjør, tá ið 250 sangarar vóru við.

Fyrsta venjingin hjá ólavsøkukórinum verður sunnudagin. Annars fer kórið at venja tríggjar ferðir og tær venjingarnar verða hesar tríggjar næstu sunnudagarnar til ólavsøku.

Tað er Kórsamband Føroya, sum skipar fyri sanginum Ólavsøkumorgun. Sum siður er, so eru tað skiftandi kórleiðarar, sum taka sær av Ólavsøkukórinum. Í ár verður verður tað Kári Bæk, sum fer at stjórna. Seinast hann stjórnaði kórinum var í 2001.

Kórið fer í ár at syngja eina skrá samansetta av gomlum og nýggjum kórtónleiki. Úr rúgvuni av sangum sum venjast skula, kunna nevnast partar úr Ólavsøkukantatuni, Heimahøllin, hjá Kára Bæk og Hanus Kamban. Hendan kantatan varð fyrstu ferð framførd í sonnum ódnarveðri Ólavsøkumorgun í 2001.