Tær fýra kommunurnar í Sandoy fara nú undir eina vakstrarætlan fyri Sandoy. Hetta er ein ætlan, Løgtingið hevur sett 400.000 krónur.
Restina fíggja kommunurnar sjálvar og tilsamans kostar verkætlanin einar 520.000 krónur um árið í fýra ár.
Málið við verkætlanini er at venda negativu gongdini í íbúgvaratali, og fáa fleiri at velja sær Sandoynna at búgva í, og færri at flyta burtur, sigur Katrin Petersen, sum samskipar verkætlanina.
Sum eitt tað fyrsta verður farið at savna vitan um menning og vøkstur á plássum, sum líkjast Sandoy og hava somu avbjóðingar.
- Bæði í grannalondunum og herheima eru fyrimyndir og royndir, sum kunnu brúkast, men tað hevur líka stóran týdning, at sandoyingar sjálvir sleppa til orðanna við hugskotum.
Seinni verða almennir fundir og annað virksemi, sum skal lova so nógvum sum gjørligt at eiga lut í arbeiðinum at menna oynna.
Ein stýrisbólkur er valdur fyri vakstrarætlanina og í honum sita Linjohn Christansen, borgarstjóri í Skálavik, Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, Fríðhild Winther, kommunustýrislimur í Skopun, sum er forkvinna, og Gunnvá Magnussen, kommunustýrislimur í Húsavík.
Vakstrarætlanin Sandoy skal eftir ætlan halda fram í 4 ár, treytað av, at peningur verður játtaður á hvørjum ári.