Runavík: - Tað eru ongar ásetingar fyri eini ávísari list, verður sagt úr Runavíkar kommunu.
Einasta ásetingin sum kortini verður sett er, at listin er kveikjandi og kann skapa trivnað hjá teimum, sum hava sína dagligu gongd í skúlanum.
Uppskotini mugu halda seg innanfyri fíggjarkarmin, sum hevur eitt loft uppá ein hálva millión krónur Tey skulu lýsa verkætlanina, og á hvønn hátt tann lidna verkætlanin væntandi kemur at síggja út.
Til tess at taka støðu til innkomnu uppskotini, verður settur ein bólkur at meta um uppskotini. Ástaðisfundur verður í skúlanum í Runavík 28. mai har høvi verður at síggja tann partin av skúlanum sum er liðugur, og annars at síggja tekningar av skúlanum.
Uppskotini skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 24. juni, og skal arbeiðið verða liðugt, tá skúlin verður liðugt bygdur 1. desember í ár.