Nú fer løgreglan at klippa nummarpláturnar av yvir 500 bilum kring landið. Talan er um bilar, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár.
Í hesum sambandi hevur Akstovan latið løgregluni kring landið ein lista við eigaranum á 558 bilum, har eigararnir ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár. Kunnu eigararnir ikki vísa kvittan fyri at teir hava goldið vegskattin tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, sigur Akstovan.