Fara nú at kava eftir jólaskipinum

Serkavarar úr Danmark eru nú komnir til Føroya fyri at kava eftir jólaskipinum, sum sakk í Fugloyarfirði í 1941

Útvarpið visti í morgun at siga frá, at danskir serkavarar nú eru komnir til Føroya at kava eftir jólaskipinum, sum sakk í vestfalsstronginum millum Fugloynna og Viðoynna í desember 1941.


Tað er Heri Andreasen, kavari, sum hevur fingið donsku kavararnar hendavegin. Heri hevur fingið einarætt frá landsstýrinum at kava eftir jólaskipinum, og tað var eisini hann, sum í august mánaði í fjør fann jólaskipið.


Av tí at jólaskipið liggur á 100 metra dýpi, er tað ikki bara sum at siga tað at kava niður til tað. Tí hevur Heri Andreasen fingið sær serkavarar úr Danmark at hjálpa sær. Kavararnir fara til arbeiðis mikumorgunin klokkan sjey og teir fara at kava tvær ferðir um dagin og hvørt tørnið fer at vara í tveir tímar.


Tá jólaskipið sakk, hevði tað eina rúgvu av myntum við til Føroya. Men um myntirnar liggja við skipið enn veit eingin.