Fara nú at kanna um vegurin til Dals er tryggur

Landsverk hevur annars mett, at hann fer at halda til tunnilin er liðugir

Nú skal Landsverk undir at kanna vegin til Dals fyri at fáa fulla greiði á, akkurát hvørjum standi, hann er í.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Landsverk hevur boðað frá, at Dalur eigur at vera tann fyrsta bygdin, sum fær tunnil, tí vegurin er í so ringum standi við tað, at tað bæði ríður oman á vegin, og undan vegnum, og onkur hevur sagt, at í støðum eru tað bara nakrir jarnkongar, sum halda honum uppi.

 

Tí vildi Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, hendan dagin hava Heðin Mortensen at greiða frá, at vegurin er kannaður, og hvat tað fer at kosta at gera eina nýggja kanning.

 

Heðin Mortensen sigur, at ongar kanningar eru gjørdar hesi seinastu, nógvu árini, men Landsverk fylgir við, og hevur fingið upplýsingar um vegin frá staðkendum fólki, og frá fyrrverandi starvsfólki á Landsverki.

 

Og Landsverk metir eisini, at vegurin fer at halda til ein tunnil er gjørdur. Landsstýrismaðurin sigur, at tað liggur í kortunum, at farast skal undir tunnilin nú, og at hann skal vera liðugur um fýra ár. Men fortreytin er, at 20 milliónir verða settar av til endamálið. Í ár eru níggju milliónir settar av.

 

Annars sigur Heðin Mortensen, at hann hevur biðið Landsverk kanna Dalsvegin beinanvegin fyri at fáa eina greiða mynd av, hvussu støðan er.

 

Jenis av Rana, vísir, at dalbingar hava víst á, at tað eru óráð at ganga undir vegnum, tí vandi er fyri at hann rapar, og samstundis tora teir, sum koyra oljubil, ikki at hava meiri í tanganum enn akkurát tað, teir skulu av við í Dali.

 

Hinvegin sissar tað Ruth Vang, at Landsverk metir, at vegurin fer at halda til tunnilin er liðugur.