Løgreglan fer nú at kanna, hví eldur kom í eini hús á Strondum í gjár.
Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at eldur var í einum húsum á Strondum. Løgreglan sigur, at sløkkiliðið bar skjótt at, so tað gekk ikki long tíð, so varð sløkt.
Tey siga, at eingin var inni í húsunum, so har var eingin fólkaskaði. Tey siga eisini, at húsini hava ikki fingið so stóran skaða av eldi, men har var rættiliga nógur roykur og tað hevur elvt til nakað av skaða.
Løgreglan fer nú at kanna húsini í eini roynd at finna orsøkina til eldin.